- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrsta stigið at gera kampus á Frælsinum
Fyrsta stigið at gera kampus á Frælsinum
Tak verður lagt á lon 5, og fyribils parkeringspláss skal eisini gerast
19.07.2023 - 08:18
Smápartafelagið Müller skal leggja tak á lon 5 á Frælsinum í Havn.
Tilboðið hjá felagnum er ein millión og 944.000 krónur.
Tvey onnur tilboð vóru, annað danskt og hitt føroyskt.
Arbeiðið skal vera liðugt síðst í september í ár.
Fyribils parkeringspláss
Smápartafelagið Andrias Berg skal gera fyribils parkeringspláss á verandi vølli á Frælsinum.
Tilboðið er ein millión og 92.500 krónur. Eitt annað tilboð var.
Parkeringsplássið skal gerast, tí verandi parkeringsøki við Setrið á Frælsinum verður brúkt til byggiplássøki, og onnur arbeiði skulu gerast har.
Hesi bæði arbeiðini eru liður í stóru verkætlanini at gera kampus til Fróðskaparsetrið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV