- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiða framvegis við íbúðarbygging í miðbýnum í Havn
Arbeitt verður enn við stóru byggiætlanini hjá Húsavarðartænastuni í miðbýnum í Havn.
Talan er um stóra íbúðarbygging millum Tórsgøtu og Magnus Heinasonargøtu, har sum millum annað gamla bakaríið hjá Frants er, og gamli sjúkrakassin.
Tryggingarfelagið Lív var upprunaliga partur av verkætlanini, men tók seg burturúr fyrr í ár. Ætlanin var kortini ikki slept, og Húsavarðatænastan upplýsir fyri Kringvarpinum, at arbeitt verður víðari við henni.
Kári Jacobsen, málsviðgeri í Tórshavnar kommunu, sigur, at verkætlanin er til hoyringar hjá grannunum í løtuni, og at hoyringarfreistin er 31. juli, tá málið verður tikið uppaftur.
Húsavarðartænastan hevur keypti flestu bygningarnar í økinum, millum annað øll partabrøvini hjá Frants Restorff.
Enn er tó onkur ogn eftir at keypa, áðrenn ætlanin kann gerast til veruleika.