
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royna at leingja kornavtaluna

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, vónar, at landið saman við ST kann gera nýggja avtalu um at útflyta korn um Svartahavið.
Í gjár tók Russland seg úr kornavtaluni, og hevur sett fleiri krøv fyri at leingja avtaluna.
Fyrsta kravið er, at russiski landbúnaðarbankin, Rosselkhozbank, skal setast í gildi í altjóða gjaldsskipanini, Swift, aftur.
Sambært tíðindastovuni Reuters hevur ukrainski forsetin tosað í telefon við aðalskrivaran í FN, António Guterres.
Verður kornavtalan ikki longd, kann tað elva til matvørukreppu. (Mynd: Ritzau Scanpix)
400 miilliónir hava tørv á korni
- Vit eru samd við Guterres um at arbeiða saman, eisini saman við øðrum londum, fyri at endurnýggja matvørutrygdina og flutning av matvøru um Svartahavið, skrivar Zelenskyj á boðtænastuni, Telegram.
Á tíðindafundi í gjárkvøldið vísti ukrainski forsetin á, at 400 milliónir fólk hava tørv á korni til matna.
NRK skrivar, at Zelenskyj ætlar eisini at gera kornavtalu við Turkaland.