Vit brúktu 20.000 tons minni av olju í fjør

Vit brúktu 20.000 tons minni av olju í fjør
SEV brúkti 43.600 tons av olju í fjør, sum eru 11.000 tons minni enn í 2021
Olja bleiv innflutt fyri næstan hálva milliard krónur meira frá juni 2022 til mai í ár enn frá juni í 2021 til mai 2022. (Savnsmynd)
 
18.07.2023 - 08:35

Føroyar brúktu sløk 294.000 tons av brennievni í fjør, skrivar Hagstovan.

Hetta eru næstan 20.000 tons minni enn í 2021, sum var metár.

SEV brúkti 43.600 tons av olju í fjør, sum eru 11.000 tons minni enn í 2021.

Tungoljan er nakað tann sama sum undanfarin ár, ein triðingur av oljunýtsluni.

 

Útlendsk skip ikki við

Føroysk skip, sum bunkra uttanlands, eru við í tølunum hjá Hagstovuni.

Men tað eru útlendsk skip, sum bunkra í Føroyum, ikki.

Oljan bleiv nógv dýrari seinasta árið.

Olja bleiv innflutt fyri næstan hálva milliard krónur meira frá juni 2022 til mai í ár enn frá juni í 2021 til mai 2022.

Vøksturin er 28,2 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV