Venesuelar flýggja til Íslands

Venesuelar flýggja til Íslands
Meira enn 330 fólk úr Venesuela, sum síðani í vár ikki hava fingið altjóða verju í Íslandi, hava kært avgerðina til immigratiónsnevndina.
 
16.07.2023 - 10:11

Alt bendir á, at 2023 verður metár fyri tal av flóttafólkum, sum eru komin til Íslands síðani í vár.

Fyrra hálvár komu 2.481 flóttafólk til Íslands, og av teimum vóru 1.147 úr Venesuela. 

Tey flýggja undan ótryggu poltisku og búskaparligu støðuni í sínum heimlandi, skrivar íslendska kringvarpið.

Í fjør fingu 700 flóttafólk úr Venesuela uppihaldsloyvi. 

Niðurstøðan hjá immigratiónsnevndini er, at støðan í landinum nú er broytt, og tí hava umsøkjararnir ikki rætt til uppihaldsloyvi.

Tað er ikki greitt, nær kærunevndin fer at viðgerða málini. Hon hevði fund fríggjadagin, og skal hittast aftur í august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948