U19-kvinnurnar í finaluni

U19-kvinnurnar í finaluni
Føroysku U19-kvinnurnar spæla í morgin finalu ímóti Spania í EHF Championship-kappingini í Litava. Men brotskastskapping mátti til, áðrenn sigurin á Slovenia var tryggjaður.
 
15.07.2023 - 22:21

Tá ið vanligi dysturin var av, var støðan javnleikur 33-33, so alt skuldi avgerast við brotskøstum.

Føroyar byrjaðu annars dystin øgiliga væl, og vóru á odda 18-16 í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki kom Slovenia fyri seg og dysturin gjørdist sera javnur.

Tá ið teir 60 minuttirnir vóru farnir, stóð eisini á jøvnum, so alt mátti avgerast við brotskøstum.

Slovenia sendi fyrsta brotskastið á stongina, og tá ið Silja Arngrímsdóttir Müller í málinum bjargaði tí fimta, samstundis sum allir teir føroysku skjúttarnir skoraðu, var sigurin vunnin.

Karin Egholm, sum var besti føroyski málskjútti við átta málum í níggju royndum, varð eftir dystin eisini kosin besti spælari.

Føroyar skulu tí í morgin klokkan 15 spæla finalu í kappingini ímóti Spania, sum í sínum dysti ímóti Litava vann ein sannførandi 38-22 sigur.

Í bólkaspælinum taptu Føroyar við bara einum máli fyri Spania, so spennandi verður í morgin, tí vinnarin sleppur í november at spæla um eitt pláss í EM-endaspælinum fyri U20-kvinnur næsta summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109