Fólk koma í óføri av eldgosinum í Íslandi

Fólk koma í óføri av eldgosinum í Íslandi
Hóast politiið biður fólk um at halda seg burtur, vilja tey ikki akta
Ganga fólk seg føst í grótbræðingunum frá gosinum, er ógjørligt at bjarga teimum, siga íslendsku bjargingarmyndugleikarnir.
 
14.07.2023 - 10:51

Framvegis elvir tað til trupulleikar, at túsundtals fólk streyma til eldgosið í Fagradalsfjalli, 30 kilometrar í ein útsynning úr Reykjavík.

Íslendska politiið hevur biðið fólk um halda seg burtur frá frá gosinum, tí roykurin kann vera vandamikil at fáa í seg, men ikki øll akta.

- Vit hava hjálpt fleiri, ið annaðhvørt hava fingið løstir, ella bara hava verið útlúgvað, sigur Jón Þór Víglundsson frá íslendska landsbjargingarfelagnum við Morgunblaðið.

Hann sigur ein stóran trupulleika vera, at koma fólk sær í óføri ov nær gosinum, ber ikki til at bjarga teimum.

- Koma fólk illa fyri í einum øki við grótbræðing, kunnu vit bara fáa tey útaftur við tyrlu, men heldur ikki tað ber altíð til, sigur Jón Þór Víglundsson.

Hann leggur aftrat, at ganga fólk seg føst í grótbræðingunum frá gosinum, er ógjørligt at bjarga teimum, og um tey detta, brennast tey.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948