Íslendsk fiskiskip sleppa ikki í russiskan sjógv

Íslendsk fiskiskip sleppa ikki í russiskan sjógv
Felagið hjá fyritøkum í íslendsku fiskivinnuni vil hava, at skipini sleppa í Smoguna at fiska í staðin
Íslendingar játtaðu at gevast við fiskiskapinum í Smoguni, aftur fyri atgongd til russiskan sjógv og norskan sjógv. (Savnsmynd: Morgunblaðið)
 
14.07.2023 - 09:42

Íslendska stjórnin hevur fleiri ferðir noktað íslendskum fiskiskipum at fara í russiskan sjógv.

Íslendsk reiðarí hava biðið um loyvi at sleppa í russiskan sjógv.

Ísland hevur rættindi har sambært sáttmálanum um Smoguna.   

Smogan er í altjóða sjógvi. Íslendingar játtaðu at gevast við fiskiskapinum har, aftur fyri atgongd til russiskan sjógv og norskan sjógv.

Felagið hjá fyritøkunum í íslendsku fiskivinnuni tekur tó undir við, at íslendsk skip ikki fara í russiskan sjógv at fiska, sum støðan er nú.

- Ongum kemur til hugs at senda íslendsk skip í russiskan sjógv sum støðan nú er, sigur Ólaf­ur H. Marteins­son, formaður í felagnum, við Morgunblaðið.

Hann sigur, at íslendska stjórnin eigur at geva fiskiskipunum loyvi til at fara í Smoguna, nú tey ikki kunnu brúka rættin, tey hava í russiskum sjógvi.

Þór­dís Kol­brún Reyk­fjörð Gylfa­dótt­ir, utt­an­rík­is­ráðharri, sigur við Morgunblaðið, at støðan um fiskiskapin eigur at vísa, hvar Ísland er statt viðvíkjandi fordømingini av framferðini hjá Russlandi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948