Brúka diabetes-heilivág fyri at klænka

Brúka diabetes-heilivág fyri at klænka
Ozempic hevur sama virknað sum heilivágur fyri fiti, men er bíligari
Ozempic er heilivágur fyri sukursjuku, men hildið verður, at hann eisini verður brúktur til at klænka seg við. (Savnsmynd)
 
13.07.2023 - 14:25

Nógv seldi diabetes-heilivágurin Ozempic, sum Novo Nordisk framleiðir, er ikki at finna á nógvum hillum í fleiri apotekum í heiminum, tí eftirspurningurin er størri, enn Novo Nordisk megnar at framleiða.

Tað skrivar MedWatch.

Talan er um serligar pennar við millum einum fjórðingi, einum hálvum og einum milligrammi í. Ozempic er væl umtóktur heilivágur. Í ríkinum eru yvir 80.000 brúkarar.

DR skrivar, at ein orsøk til, at heilivágurin er so væl umtóktur, er tí at hann hevur eitt serligt hjááarin. 

Søren Tang Knudsen, sum er yvirlækni og lekari á Steno í Århus, sigur, at hjáárinið av Ozempic hevur sama virknað sum kostnaðarmikli heilivágurin fyri fiti, Wegovy.

Tí kann hugsast, at tað ikki bara eru tey, sum hava sukursjúku, sum taka Ozempic.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512