Bara eitt prik

Bara eitt prik
Tað er endamálið við granskingarverkætlan, sum Lisa Maria Anderssen stendur á odda fyri.
Thordis Reynstind, Elin Jakobsen, Joan Mohr Mikkelsen, Jeanne Waagstein, Jóhanna Andreassen og Lisa Maria Anderssen eru allar við í verkætlanini
 
20.01.2025 - 09:56

Tá tað er trupult hjá sjúkrarøktarfrøðinginum at finna eina æðr at prika í, er mannagongdin í dag, at trý til fýra heilsustarvsfólk skulu royna seg, áðrenn hjálp verður tilkallað.

Hetta ørkymlar sum vera man sjúklingar, sum skulu prikast ofta, og tí fór Lisa Maria Anderssen undir eina granskingarverkætlan við ultraljóði, sum skal hjálpa sjúkrarøktarfrøðingum at raka rætt fyrstu ferð.

- Tá eg skuldi skriva mína B.A. ritgerð, so hugsaði eg, um ikki onkur gransking finst á økinum, sum kann bøta um hetta, og so kom eg í kontakt við ein professara innan ultraljóð, og so fór eg í gongd.
Evnið var so áhugavert, at Lisa avgjørdi at granska víðari, og tað botnaði í hesari verkætlan, har sjúkrarøktarfrøðingar læra at nýta ultraljóð til at finna æðrar, sum annars fjala seg ov væl.

Ein deild á Landssjúkrahúsinum, sum ofta hevur brúk fyri hjálp til at prika er onkologiska ambulatoriið, har krabbasjúklingar koma fyri at fáa kemoterapi.

- Tá sjúklingar hava fingið kemo í longri tíð, skaðar tað æðrarnar hjá teimum, so tær vera truplari at arbeiða við, sigur Joan Mohr Mikkelsen, sjúkrarøktarfrøðingur, og leggur afturat, tað hevur stóran týdning fyri sjúklingarnar, at hetta riggar, tí nógv teirra eru bangin fyri at vera prikað, og at tað fyllir so nógv í teirra huga. Um man veit at tað riggar fyrstu ferð prikað verður, so sleppa sjúklingar undan hesum ampa.

Thordis Reynstind, sjúkrarøktarfrøðingur, minnir eisini á, at tey fólk sum skulu hava kemo, longu eru í einari kreppustøðu áðrenn tey koma, og tá hjálpir tað ikki, um tey einaferð um vikuna skulu stúra um at skula vera stungin fleiri ferðir, tí leitað verður eftir einari æðr.

Hoyr prát við tær tríggjar her

1720771

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878