- Tíðindi, mentan og ítróttur
G!: 10 konsertir tú eigur at hoyra á G! festivalinum
G! festivalurin hevur altíð snúð seg um at borðreiða við fjølbroyttum og spennandi tónleiki fyri føroyingum.
Endamálsorðingin er at broyta fortreytirnar fyri at fáast við tónleik í Føroyum og hvussu føroyingar fyrihalda seg til tónleik, tónleikatiltøk og tónleikaligt virksemi til tað betra. At røra í grýtuni og skapa íblástur til føroyskt tónleikalív, sum tað stendur skrivað á heimasíðuni hjá G!.
Í so máta er ársins G! festival skrá beint í vinkul við tað, ið G! var sett í verðina til at gera.
Føroysk høvuðsnøvn
Sum nakað sermerkt í ár, so eru tað føroysk nøvn, ið eru høvuðsnøvnini á G!, og ikki útlendskt tónlistanøvn, sum tað plagar at vera.
Í ár eru tað hinvegin Eivør, BYRTA, RSP, Marius Ziska og Annika Hoydal, sum skulu fylla sandin á G!.
Heldur ikki tað er nøkur andsøgn til andan í G! festivalinum, tí G! er eisini sett í verðina fyri at vísa tað besta á heimliga tónleikapallinum fram.
Nógv spennandi útlendsk nøvn
Tá ið tað er sagt, so eru G! skráin eisini eitt veldi av spennandi útlendskum nøvnum, ið ofta umboða tónleikasjangrur, ið vit sera sjáldan hoyra her á landi.
Tað er næstan bara á G!, at vit sleppa tað.
Her eru tíggju konsertir, ið tú eigur at hoyra, um tú fert á G!
01. BYRTA (FO)
BYRTA er størsta føroyska poppnavnið seinastu 10 árini, og á G! hátíðarheldur BYRTA 10 ára dagin fyri, at sjálvnevnda debutútgávan kom út.
Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen hava í tí sambandi útgivið debutútgávuna sum ordilig vinyl pláta. Og so spæla tey eina úrvalskonsert á G! festivalinum í ár.
Ein nýggj pláta er á gáttini, og er sangurin "Vak meg ei", sum BYRTA gav út fyrr í summar, ein ábending um tað.
Men lítið er at ivast í, at tað vera hittini frá debutplátuni, eitt nú "Norðlýsið", "Loyndarmál" og "Eydnan", ið fara at fáa sandin á G! at kóka fríggjakvøldið, ella leygarnáttina, klokkan hálvgum tvey, ella 01.30.
BYRTA
Sandurin
Fríggjakvøldið kl. 01.30
02. Lambrini Girls (UK)
Lambrini Girls er bretskur punkrokkur, tá ið hann er allarbestur.
Tríggjar ungar kvinnur út Brighton, ið spæla garrvillan tónleik við einum greiðum boðskapi um, at fólk ikki skulu finna seg í at blíva avmarkað av øðrum, men hinvegin krevja sín rætt at liva eitt frítt og frælst lív.
Ungt, skítsvakt og hugtakandi um eina leið.
Ein bólkur, ið er nær skildur við okkara egnu Joe and the Shitboys, og sum Iggy Pop eisini dyrkar.
Sum ein tónleikakennari tók til, tá ið hann hoyrdi Lambrini Girls:
"Klassi, sum Tróndur Vatnhamar plagar at siga, og sjálvandi frá UK. Bretar duga bara hatta har nógv betur enn øll onnur."
Lambrini Girls
Spæliplássið
Hóskvøldið kl. 01.00
03. RSP (FO)
Føroyski undirgrunds hipp hopp og rapp bólkurin RSP setti seg á tungt á føroyska popptindin í fjør við risahittinum "Send mær meira pengar", ið eisini vann heiður sum ársins hitt á FMA í ár.
RSP, sum annars hevði livað eitt friðarligt lív undir loki í Havn, rann brádliga upp úr Soundcloud og út í føroyska meginstreymin til stóran ampa fyri fólk, ið ikki vilja kennast við, at veruleikin er annað enn sunnudagsskúlar og Disney-filmar.
Brádliga liggur vertslig føroysk ungdómsmentan víðopin fyri øllum, bæði innihaldsliga og málsliga, og tey ungu elska tað, hóast nógvir miðalhampa føroyingar hava ampa av tí.
Hetta fekst sjón fyri søgn um á G! festivalinum í fjør, tá ið RSP hertók G! festivalin framman fyri einum stúvstappaðum spæliplássi.
Í ár fáa boysarnir í RSP sandin, og tað kann bara blíva eitt ball.
RSP
Sandurin
Leygarkvøldið kl. 02.05
04. When Saints Go Machine (DK)
Seinastu fimtan árini hevur When Saints Go Machine verið ein av størstu bólkunum á danska tónleikapallinum við hittum, stórum konsertum, festivalluttøkum og virðislønum.
Bólkurin fekk í 2010 eisini heiðurin at spæla fyrstu konsertina á Orange pallinum á Roskilde festivalinum, sum ein heiður, ið bert tey mest spennandi nøvnini fáa.
Talan er um ein framúrskarandi bólk, ið dugir at seta lív í eina festivalfjøld við júst rætta lutfallinum millum gleði og melankoli.
When Saints Go Machine
Sandurin
Fríggjakvøldið kl. 23.15
05. 200 (FO)
200 og G! hoyra líkasum saman. 200 stóð fyrstu ferð á pallinum á sandinum í 2003, tá ið 20 fólk og ein hundur lýddu á.
Tvey ár seinni, á sama stað, spældi 200 eina ta størstu rokkkonsertina, ið ein føroyskur bólkur nakrantíð hevur spælt, tá ið yvir 5000 fólk fagnaðu bólkinum fyri útgávuna "Viva La Republica" og ein risastóran pappmasje fokkjúfingur, sum teir høvdu við á pallin.
200, sum er Føroya orginali punkbólkur, hevur júst útgivið plátuna "Reyvheart", og uppskriftin er hin sama: Trummur, bassur og gittari og grefligt kjaftaslit.
200
Spæliplássið
Fríggjakvøldið kl. 02.45
06. Sons of the East (AU)
Sons of the East er kanska besti bólkur, ið tú ongantíð hevur hoyrt um, skrivar G! festivalurin á heimasíðu sínari.
Tað eru tey fægstu í Føroyum, men tað merkir ikki, at Sons of the East úr Avstralia eru ókendir.
Yvir 300 mió. stroymingum, 50 mió spælingum á Youtube og útseldum konsertum í London, New York, Barcelona, Chicago, Washington D.C, Denver, Boston, L.A og luttøku á nøkrum av størstu festivalunum í Evropa. 2 milliónir lurta hvønn mánað eftir bólkinum á Spotify, og fjepparaskarin veksur alsamt um allan heimin.
Hetta er enn eitt stórt útlendskt navn, ið kemur á G!, sum vit í Føroyum enn ikki hava uppdagað, men tað verður broytt fríggjakvøldið.
Sons of the East
Sandurin
Fríggjakvøldið kl. 21.00
07. Brimheim (FO/DK)
Helena Heinesen Rebensdorf hevur veruliga fingið fótin fyri seg á danska tónleikapallinum seinastu árini við fyrstu heildarútgávuni "I Can't Hate Myself Into Another Shape".
Plátan er ein tann mest ummælararósta plátan í Danmark seinasta árið.
Tað eru nógv ár, síðan Helena Heinesen Rebensdorff seinast spældi á G!. Hetta var langt, áðrenn føroyska songkvinnan fór undir Brimheim verkætlanina. Ein verkætlan, ið hevur lyft hana upp í hæddirnar, sum eitt av mest spennandi rokknøvnunum á danska tónleikapallinum.
Í summar hevur Brimheim spælt á Roskilde festivalinum og á Syd for solen, og báðar framførslurnar fingu sera góð ummæli.
Brimheim hevur ferðast víða um við sínum tónleiki, og hevur m.a. umboðað Føroyar á stórum ídnaðarfestivalum, sum Iceland Airwaves, By:Larm og Euro Sonic.
Brimheim
Spæliplássið
Leygarkvøldið kl. 23.00
08. SAINT LEVANT(PS/FR)
Saint Levant, føddur Marwan Abdelhamid, er tónleikari av blandaðum palestinskum, fronskum, algeriskum og serbiskum uppruna.
Hann er føddur í Jerusalem og uppvaksin í Gaza.
Saint Levant blandar enskt, franskt og arabiskt og skapar við hesum sína egnu útgávu av popp-tónleiki.
Saint Levant tekur íblástur frá farnum stórvitum úr arabiska heiminum og frá tónleikarum úr samtíðini, og hetta ger eitt nútímans R&B- og hip-hop kent ljóð, ið fer út um mørkini á nakrari siðbundnari sjangru.
Tvær milliónir fólk í heiminum lurta eftir Saint Levant um mánaðin, so tað er við øðrum orðum eitt glóðheitt poppnavn, ið spælir á G! í kvøld.
Saint Levant
Sandurin
Hóskvøld kl. 23.30
09. ANTTI PAALANEN (FI)
Antti Paalanen er ársins skeiva innslag á G!
Finski tónlistamaðurin blandar siðbundnan, finskan tónleik og elektroniskan dansitónleik á harmoniku.
Hann leggur ta góðsligu atmosferuna, sum harmonikan gevur, oman á rúsandi rútmurnar hjá elektroniska tónleikinum.
Harmonikan hevur altíð fingið fólk upp á tá.
Í tannárunum fekk Antti ein alsk til metaltónleik, og hetta hoyra vit í tónleiki hansara. Hása songrøddin finnur íblástur í siberiskum sangsiðvenjum og gerst saman við harmonikuni og elektro tónleikinum eitt heilt serligt bland. Henda samanrenning millum tað forna og nýmótans gevur kensluna av at vera í eini euforiskari víkingaveitslu.
Fert tú á G!, so mást tú hoyra Antti PAALANEN.
Antti Paalanen
Spæliplássið
Leygarkvøldið kl. 01.20
10. Honningbarna (NO)
Tá ið Honningbarna fara á pall við sínum lívliga tónleiki og eyðkendu Kristiansand dialekt, fer alt upp at kóka. Hetta verður stutt sagt garrvilt.
Honningbarna hava vunnið bæði Spellemann- og P3 Gull og spæla fyri útseldum hölum á konsertferðum sínum.
Nýggjasta útgávan Amorphis, var givin út í fjør. NRK kallaði útgávuna eitt meistaraverk og norska avísin Klassekampen metti hetta vera eina av bestu norsku punkplátunum nakrantíð.
Honningbarna
Spæliplássið
Leygarkvøldið kl. 01.20
Meira fæst at vita um tónleikin á G! her.