Svøríkisdemokratarnir ivasamir um turkiskan limaskap í ES

Svøríkisdemokratarnir ivasamir um turkiskan limaskap í ES
Flokkurin vil hava at vita, hvat stendur í semjuni við Erdongan, forseta, á NATO-toppfundinum í Vilnius
Hýrurin var góður á NATO-toppfundinum í Vilnius, tá Turkaland boðaði frá, at landið tekur undir við, at Svøríki fær limaskap í NATO.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.07.2023 - 11:10

- Svøríkisdemokratarnir finnast at ætlanini um, at Turkaland skal fáa limaskap í ES.

Tað sigur formaðurin í uttanríkisnevndini í svenska Ríkisdegnum, Aron Emilsson, við Svenska Dagbladet.

Svøríkisdemokratarnir krevja at fáa at vita frá stjórnini, undir hvørjum treytum semja er fingin í lag við turkiska forsetan, Erdogan, á NATO-toppfundinum í Vilnius fyrr í vikuni.

 

Bleytar orðingar

Aron Emilsson sigur, at orðingarnar frá stjórnini hava verið “breiðar og bleytar”, og at har er ymiskt, sum stjórnin ikki hevur tosað við Svøríkisdemokratarnar um.

Svøríkisdemokratarnir eru stuðulsflokkur hjá stjórnini, ið telur flokkarnar Tey Moderatu, Kristdemokratarnar og Tey Liberalu.

- Millum annað vilja vit vita, hvønn leiklut Svøríki hevur í sambandi við, at Turkaland møguliga skal limast í ES, sigur Aron Emilsson.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949