Putin ætlar sær aftur til Kina á vitjan

Putin ætlar sær aftur til Kina á vitjan
Hetta er rætta løtan at halda sambandið millum londini bæði viðlíka, sigur russiski forsetin
Vladimir Putin, forseti, var í Kina stutt fyri innrásina í Ukraina, men nú ætlar hann sær aftur hagar á vitjan.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
12.07.2023 - 15:55

Líkt er til, at viðurskiftini millum Russland og Kina eru góð.

Í dag boðar russiski fosetin, Vladimir Putin, sambært russiskum tíðindastovum, frá, at hann ætlar sær aftur til Kina á vitjan.

Talsmaðurin hjá Putin, Dmitrij Peskov, sigur, at tey eru farin at fyrireika eina vitjan til Kina, men hann vil ikki siga ítøkiliga, nær hetta verður.

Hann leggur aftrat, at hetta er rætta løtan at halda sambandið millum londini bæði viðlíka, og gera alt fyri, at so verður í framtíðini.

Tá Putin vitjaði í Kina stutt undan innrásini í Ukraina, var avtalað, at Russland og Kina skuu samstarva meira, og tað er orsøkin til komandi vitjanina, verður sagt.

Kina hevur ikki tikið frástøðu frá innrásini hjá Russlandi í Ukraina, og hevur heldur ikki sett nøkur tiltøk í verk. Millum annað keypir Kina framvegis nógva olju úr Russlandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949