Milan Kundera deyður

Milan Kundera deyður
Kekkiski rithøvundurin gjørdist heimskendur í 1984, tá bók hansara "Tilverunar ótolandi lætti" var gjørd til film
Milan Kundera var 94 ára gamal, nú hann doyði
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
12.07.2023 - 14:49

Kekkiski rithøvundurin, Milan Kundera, er deyður. Hann gjørdist 94 ár.

Tað upplýsir kekkiska sjónvarpið í dag.

Kundera byrjaði sum ritvøndur í 1953. Hann hevur skrivað bæði skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit til sjónleik.

Hann bleiv av álvara heimskendur í 1984, tá bók hansara "Tilverunar ótolandi lætti" var gjørd til film.

Milan Kundera búði í Fraklandi frá 1975. Í 1993 fór hann at skriva hann á fronskum, og hevur gjørt tað síðani. 

Kekkiska kommunistastýrið tók ríkisborgararættin frá Milan Kundera á sinni, og tað var orsøkin til at hann gjørdist so franskur.

Seinni broyttust viðurskiftini, og í 2020 fekk Kundera Franz Kafka-heiðurslønina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949