- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biden sendir tyssibumbur til Ukraina
Ukraina fer skjótt at mangla lóður, og tað er orsøkin til at USA nú sendir tyssibumbur til landið.
Tað sigur Amerikanski forsetin Joe Biden, sum er fyri nógvum atfinningum fyri at senda bumburnar til Ukraina.
Ein tyssibumba hevur eina rúgvu av smærri spreingiknøtum inni í sær, sum fara í allar ættir, tá hon brestir.
Tyssibumbur eru ólógligar í yvir 120 londum og eru mettar at vera tað mest skaðiliga vápni fyri sivilfólki í einum kríggi.
Ein trupulleiki er, at ikki allir teir smáu spreingiknøttarnir bresta beinanvegin. Serliga børn er í vanda fyri at finna tær og fáa skaða, tí tey mistaka tær fyri at vera leikur.
Bæði Bretland, Frakland og Týskland hava skrivað undir eina avtalu um ikki at nýta tyssibumbur og fleiri mannarættindafelagsskapir kallað tað fyri krígsbrotsverk at brúka tyssibumbur.
Biden segði í samrøðu við CNN í gjár, at veitingin av tyssibumbum er fyribils og at hann hevur ráðført seg við NATO og Kongressina.
Hvørki Rusland ella Ukraina hava skrivað undir uppá bannið av tyssibumbum og bæði londini brúka tær.
USA hevur heldur ikki skrivað undir uppá ikki at brúka tyssibumbur, men hevur fyrr funnist at eitt nú Russlandi fyri at brúka tær.
Avgerðin hevur ikki veri løtt er amerikanski forsetin endurgivin fyri at siga, og viðmerkjarar halda, at tað kann seta kílar í samstarvið hjá teimum sameindu, at hetta vápnið verður