Prísirnir hækka ikki so nógv sum teir hava gjørt

Prísirnir hækka ikki so nógv sum teir hava gjørt
Brúkaraprístalið er vaksið 4,4 prosent seinasta árið
Prísirnir á mati eru hækkaðir góð 11 prosent. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
07.07.2023 - 10:27

Prísvøksturin heldur fram, men nú hækka prísirnir ikki so skjótt, sum teir hava gjørt, skrivar Hagstovan.

Brúkaraprístalið er vaksið 4,4 prosent seinasta árið. 

Matvørur og rentan eru størsta orsøkin til prísvøksturin.

Prísirnir á mati eru hækkaðir góð 11 prosent.

Frá februar til mai hækkaðu prísirnir á matvørum tó 1,4 prosent. 

Men oljan er vorðin bíligari.

Prísir á olju til húsarhaldini lækkaði 13 prosent í miðal frá februar til mai. 

Prísvøksturin er nú á sama stigi, sum hann var í februar 2022, skrivar Hagstovan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV