- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umboðsmaðurin átalar Skúlan á Trøðni
Skúlin á Trøðni hevur fingið eina átalu frá Løgtingsins umboðsmanni.
Átalan er fyri handfaringina av skúlagongdini hjá einum barni.
Klagan til umboðsmannin snúði seg um góðskuna av undirvísingini, hvørjum lærugreinum undirvíst var í, vantandi lærarum, tal av undirvísingartímum, tímatalvum og lærubókum.
Umboðsmaðurin sigur í niðurstøðuni, at tað er atfinningarsamt, at læriætlaninar hjá barninum eingi ítøkilig mál høvdu, um hvat barnið skuldi læra fakligt, og at eingin tímatalva var fyri skúlagongdina hjá barninum í 2020/21, hóast klagararnir fleiri ferðir bóðu um at fáa eina tímatalvu útflýggjaða.
Av tí at umboðsmaðurin heldur lýti vera við serskúlalógini, hevur hann eisini boðað Løgtinginum frá hesum.