![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/20230627_131709.jpg?itok=RgHSDJMX)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Video: Grava í eini víkingabúseting í Borðoyavík
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/nidri_i_toftum.jpg?itok=cpMQwBRn)
- Hetta er ein gomul búseting úr víkingatíð og miðøld, sum vit eru farin at grava í, sigur Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur á Tjóðsavninum.
Yvir 1000 ára gamlar toftir
Fyri yvir túsund árum síðani stóð eitt víkingalanghús Niðri í Toftum í Borðoyavík. Húsið hevur verið 14 metrar langt og 4,5 metrar breitt. Tað hevur havt bogaðar útveggir og høga reising.
- Vit eru farin at reinsa toftirnar fyri mold og vøkstur, og tá ið tað er gjørt og alt er skrásett, fara vit í gongd við at grava í sjálva toftina, sigur Ann Sølvia.
Líka síðani 1969 hava fornfrøðingar grivið niðri í Toftum í fleiri umførum og í summar er ætlanin at gera hetta arbeiðið liðugt.
Soleiðis kann tað hava sæð út Niðri í Toftum í Borðoyavík fyri yvir 1000 árum síðani. (Mynd: Edward Fuglø, Klaksvíkar Søga)
Um toftinar Niðri í Toftum:
Nógvar gamlar toftir eru skrásettar rundan um Borðoyarvik, serstakliga nógvar i Uppsalabønum og Uppsalahaganum, men tað er einans Niðri i Toftum (og úti í Hópinum), at veruligar fornfrøðiligar rannsóknir eru gjørdar. Niðri í Toftum hava trý hús staðið oman á hvørt annað.
Tað ovasta húsið
Tað fyrsta húsið, sum varð grivið út, var tað sum lá ovast omaná hinum toftunum. Hetta húsið, sum var í ovasta jarðlagnum og vendir suður og norð, er 5 m langt og 3 m breitt. Talan var um eina lítla smáttu, men tað er týðiligt, at húsið hevur verið nýtt sum sethús. Gólvið var t.d. steinsett, og eldstaðurin er skilligur í einum horni. Hetta lítla húsið var bygt oman á eitt størri hús, sum var í einum eldri jarðlagi.
Gólvið og veggirnir á tí eldra húsinum vóru fyri ein part nýttir aftur í tí lítla húsinum. Húsið er ikki til longur; neyðugt var at taka tað burtur fyri at sleppa fram at tí húsinum, sum lá niðri undir. Hetta varð gjort, tá ið fyrsti forngrevsturin var Niðri í Toftum í 1969 - 1973.
Húsini undir tí ovasta
Tað næsta húsið, sum lá undir, varð bygt omaná og er nógy størri - 11 m langt og 4 m breitt. Húsini stóðu so uttarlaga á tromini, at brimið hevur gjørt av við tann eystara langveggin. Gólvið var steinsett, og eldstaður var miðskeiðis húsinum. Skapið á húsinum er ferhyrningur, sum ikki er rætthyrntur og hetta skeiva húsið, sum eisini vendi suður og norður, var leyst av tí triðja húsinum, sum var stutt sunnanfyri.
Fornfrøðingarnir, sum stóðu fyri grevstrinum í 1969-73, hildu seg hava staðfest, at eitt steinsett tún var millum bæði húsini, men fornfrøðingarnir, sum stóðu fyri grevstrinum i 1989, funnu ikki aftur tað steinsetta túnið frá 1969-1973. Tað niðasta húsið hevur eisini hjavt steinsett gólv. Bygningurin hevur verið minst 14. m langur og 4,5 m breiður. Talan er um langhús við vikingaaldarskapi, sum hevur havt bogaðar útveggir. Ùtveggirnir eru 1,5 m tjúkkir, gólvið steinsett og eldstaður hevur verið miðskeiðis á gólvinum.
Útsíðan á útnyrðingsvegginum hevur helst verið klødd við flag. Sjónligar leivdir eftir stólpum í bakkanum benda á, at eitt rað av javnsettum stólpum, sum hava staðið inni í húsinum, hava hildið takinum uppi.
Húsið vendir í ein útnyrðing og landsynning, og tað stendur eins og hini húsini so uttarlaga, at stórir partar av tí fyri langari tið síðani eru farnir á sjógv.
Tey rannsakaðu trý húsini Niðri í Toftum, stava frá miðøldini og víkingatíðini. Tað fyrsta húsið, sum varð bygt oman á tað annað húsið, er torfort at tiðarfesta neyvt, men tað varð i 1989 tíðarfest til ikki fyrr enn hámiðold (1150-1300). Hini bæði húsini, eru tiðarfest til tíðliga í miðøld og seint í víkingatíð umleið 1150 og 1030.
Funni lutir frá elstu víkingatíð
Tað áhugaverda viðvikjandi fyrstu búsetingini Niðri i Toftum er, at tekin eru um virksemi einum enn eldri jarðarlagi. Í tvørskurðinum í bakkanum siggjast týðilig tekin um virksemi í einum eldri jarðarlagi, og har eru funnir lutir, sum stava frá elstu víkingatið. T.d. er ein perla funnin, sum stavar frá 800talinum. Sostatt er tað triðja húsið tiðarfest til seint í víkingatið (1030), men greið tekin eru um, at virksemi hevur verið í økinum nógv fyrr í vikingatiðini (800-1050).
Arne Thorsteinsson, fyrrverandi landsantikvarur, hevur tíðarfest búsetingina Niðri í Toftum til víkingatiðina.
Fornlutir funnir Niðri í Toftum í Borðoyavík. Vanligir brúks- og húsarhaldslutir úr víkingatíð og ein perla frá 800talinum. (Mynd: Tjóðsavnið / Klaksvíkar Søga)
Fólk hava búð Niðri í Toftum í eini 400 ár
Eitt annað, sum er áhugavert við búsetingini Niðri i Toftum, er, at tað er staðfest, at hon fevnir um eitt rætiliga drúgt tiðarskeið. Tað er ikki fornfrøðiliga staðfest, hvussu leingi fólk hava búð á staðnum, men tá ið tað yngsta av teimum rannsakaðu húsunum er tiðarfest til ikki fyrr enn hámiðøld, og tað elsta virksemið kann førast langt aftur í vikingatíðina, so hevur virksemi verið á staðnum í fleiri hundrað ár, møguliga eini 400 ár. Hartil kemur sum nevnt, at í bønum og haganum kring Borðoyarvik siggjast nógvar smærri og størri toftir, sum ikki eru útgrivnar.
Tað kunnu tó neyvan hava búð fólk Niðri Toftum og aðrastaðni kring Borðoyarvík, tá ið onki stendur um tær í jarðarbøkunum frá 1584, tí so høvdu búsetingarnar, ein garður - verið nevndar í teimum elstu varðveittu jarðarbókunum.
Kelda: Klaksvíkar Søga