- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava breiða semju um javnstøðu
Vil hava breiða semju um javnstøðu
Niels Uni Dam er nýggjur formaður í Demokratia
05.07.2023 - 10:30
Nýggja nevndin í Demokratia hevur skipað seg við Niels Una Dam sum formanni.
Nýggi formaðurin vil hava breiða semju um javnstøðu.
Niels Uni Dam heldur, at tað er ein javnstøðuavbjóðing, at bara 36 prosent av kommunustýrislimunum eru kvinnur.
Kommunuval verður næsta ár.
Hoyr samrøðu við Niels Una Dam í útvarpstíðindunum:
05072023_Niels_Uni_Dam
Rósa Gaardlykke Tyril er næstforkvinna í Demokratia.
Nýgga nevndin í Demokratia avmyndað saman við samskiparanum hjá nevndini.
Hesi manna nú nevndina í Demokratia:
Umboð | Varaumboð | |
Fyri Fólkaflokkin: | Jóhan Eli Poulsen, Hvalba | Lillian Bjarnadóttir Poulsen, Hoyvík |
Fyri Sambandsflokkin: | Rasmus Son Mørkøre, Hoyvík | Maud Poulsen, Vestmanna |
Fyri Javnaðarflokkin: | Sigrið Sámalsdóttir Hentze, Sandur | Ólavur Larsen, Fuglafjørður |
Fyri Tjóðveldi: | Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen, Miðvágur | Rani Nolsøe, Klaksvík |
Fyri Framsókn: | Hilbert í Grógv, Toftir | Birita Arge, Hoyvík |
Fyri Miðflokkin: | Rósa Gaardlykke Tyril, Norðragøta | Dánjal av Rana, Hoyvík |
Fyri Kvinnusamskipan Føroya: | Elisa Vang, Tórshavn | Marna Jacobsen, Sørvágur |
Fyri Kommunufelagið: | Bjørg á Rógvi, Vestmanna | Jóannes Lisberg, Famjin |
Fyri Javnstøðunevndina: | Niels Uni Dam, Tórshavn | Mary Antonsdóttir, Hoyvík |
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV