Flestu flóttafólkini úr Ukraina búgva í Havn

Flestu flóttafólkini úr Ukraina búgva í Havn
Útlendingastovan hevur leigað eini ávegishús, har flóttafólkini kunnu búgva, til tey hava fingið varandi bústað
100 ukrainsk flóttafólk búgva í Havn. (Savnsmynd)
 
05.07.2023 - 08:45

Nógv tey flestu flóttafólkini, sum eru komin úr Ukraina til Føroya, búgva í Havn.

100 teirra búgva í Havn.

11 búgva í Klaksvík, 10 í Suðuroynni, fimm á Sandi, fýra í Eysturoynni og eitt í Sørvági.

Hetta var støðan fyri sløkum mánaði síðani.

Hetta sæst í svari frá Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni, sum hevur svarað spurningi frá Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu, um ukrainsk flóttafólk.

 

Ukrainsk flóttafólk í Føroyum á skúlabeinki. (Savnsmynd)

 

Ávegishús

Av tí at fimm dagar í móttøkuhúsinum viðhvørt er ov stutt tíð til at finna flóttafólki varandi bústað, hevur Útlendingastovan leigað eini ávegishús, har flóttafólkini kunnu búgva, til tey hava fingið varandi bústað. 

Kanska verður neyðugt at leiga eini slík ávegishús aftrat, ella eini størri hús, sigur landsstýrismaðurin.

Allar ukrainskar barnafamiljur, sum koma til Føroyar sum flóttafólk, fáa tilboð frá Gigni um vitjan.

Útlendingastovan heldur, at flestu familjurnar taka av, sigur Bjarni Kárason Petersen í svarinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV