Nú verður farið at út- og umbyggja Rásina

Nú verður farið at út- og umbyggja Rásina
Løgtingið hevur játtað í mesta lagi 25 mió. kr. til arbeiðið
Soleiðis fer Rásin at síggja út, tá skúlin er út- og umbygdur
 
05.07.2023 - 08:21

Í dag verður farið undir at út- og umbyggja Rásina í Saltangará.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, setur hakan í og loysir fyrsta flagið.

Løgtingið hevur játtað í mesta lagi 25 mió. kr. til arbeiðið.

Nýggi bygningurin, sum nú verður gjørdur, verður 450 fermetrar og tekur tvífalt so nógvar næmingar sum skúlin tekur nú.

 

Taka næmingar á hvørjum ári

Nú er pláss fyri sjey næmingum. Næmingatalið fer upp í 14. 

Skúlin kann tí taka næmingar hvørt ár í staðin fyri annaðhvørt sum nú.

Eftir útbyggingina fer raksturin at kosta tríggjar milliónir krónur meira um árið, sigur Barna- og útbúgvingarmálaráðið. 

Rásin er eitt heildartilboð til ung við menningartarni, sum eru liðug við fólkaskúlan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV