- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsutrygd hevur góðkent Frælsi
Heilsutrygd hevur góðkent Frælsi
Heilsutrygd segði fyrr í ár, at Frælsi hevði ov fá starvsfólk til at hava trygt og fullmannað tilboð
05.07.2023 - 08:18
Heilsutrygd hevur góðkent viðgerðarstovnin Frælsi á Eiði.
Tað var tann 20.juni.
Í frágreiðing frá Landsgrannskoðanini, sum kom í februar í ár, segði Heilsutrygd, at Frælsi hevði ov fá starvsfólk til at hava eitt trygt og fullmannað samdøgurstilboð til málbólkin hjá stovninum.
Og roknskapurin hjá Frælsi vísti ikki, hvussu nógv, tað veruliga kostar at reka stovnin.
Heilsutrygd fyribilsgóðkendi Frælsi.
Men nú hevur Frælsi fingið góðkenning frá Heilsutrygd.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV