Par úr ES-landi bað um arbeiði í Havn

Par úr ES-landi bað um arbeiði í Havn
Løgreglan bað fólkini, sum vóru komin úr Íslandi, um at venda sær til Útlendingastovuna
Løgreglan bað fólkini um at venda sær til rætta viðkomandi, sum í hesum føri er Útlendingastovan. (Savnsmynd)
 
04.07.2023 - 11:15

Politiið bað í gjár eitt ungt par, sum bað um arbeiði - tey stóðu uttan fyri handlar í Havnini - um at venda sær til rætta viðkomandi, sum í hesum førum er Útlendingastovan.

Tað er ikki ólógligt at biðja um arbeiði á slíkan hátt, men tað er ikki rætti mátin, sigur politiið.

Fólkini, sum eru úr einum ES-landi, tó ikki úr einum Norðurlandi, vóru komin higar úr Íslandi, har tey arbeiddu.

Nú ætlaðu tey at fáa arbeiði í Føroyum.

Tey stóðu við einum skelti uttan fyri handlar í Havn.

Fyri at fáa arbeiði í Føroyum krevst arbeiðsloyvi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV