Orknoyggjar vilja loysa frá Bretlandi

Orknoyggjar vilja loysa frá Bretlandi
Politikararnir fara eisini at viðgera spurningin, um oyggjarnar skulu gerast eitt sjálvstýrandi øki undir Noregi
Kirkwall í Orknoyggjum. Orknoyggjar eru 67 í tali, og fólk býr í 20 oyggjum. (Mynd: Sky News)
 
03.07.2023 - 10:04

Orknoyggjar skulu viðgera eitt uppskot um at loysa frá Bretlandi

Politikararnir í Orknoyggjum fara í morgin viðgera eitt uppskot um aðrar stjórnarmøguleikar, sum tikið verður til, skrivar BBC. 

Oyggjalandið hoyrir undir Skotland og harvið Bretland.

Tá ið politikarar hittast í morgin, fara teir eisini at viðgera spurningin, um Orknoyggjar skulu royna at gerast eitt sjálvstýrandi øki undir Noregi.

 

Hava gloymt Orknoyggjar

Sambært James Stockhan, ið er leiðari í økisráðnum, verða oyggjarnar so dyggiliga gloymdar, bæði at bretsku og skotsku stjórini. 

- Vit stríðast veruliga í løtuni, sigur hann við BBC. 

James Stockhan nevnir m.a., at tørvur er at skifta allar ferjurnar, sum sigla millum oyggjarnar.

- Tær eru gamlar, ótryggjar og ótíðarhóskandi. 

Hann skjýtur upp, at Orknoyggjar í staðin styrkja sambandið við norðurlond.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949