Stevið var gott í síðsta dansinum

Stevið var gott í síðsta dansinum
Føroyar vunnu sannførandi á Kroatia í síðsta HM-dystinum og tryggjaðu sær samstundis sjeynda plássið í heimsmeistarakappingini í Týsklandi
Kroatar megnaðu ikki at steðga Óla Mittún, sum serliga eftir steðgin var eyðsýndur
Mynd: IHF  
 
02.07.2023 - 10:53

Max-Schmeling-Halle, Berlin (U21-heimsmeistaraheitini í hondbólti)
Føroyar - Kroatia, 31-27 (16-14)

Við Óla Mittún í miðdeplinum vann Føroyska U21-hondbóltslandsliðið sannførandi á Kroatia og tryggjaði sær samstundis 7. plássið í HM-kappingini í Týsklandi.

Gamaní varð Bjarni í Selvindi valdur til dagsins mann - hann spældi eisini ein góðan dyst - men eftir steðgin stýrdi snildi og snúni spælskiparin í stóran mun dystinum við gjøgnumbrotum, skotum og fríspælingum á høgum stigi.

Samanumtikið var stevið gott. Kroatia vann seg framum tíðliga, men føroyska álopsspælið riggaði sum heild væl, og tá verjan og Aleksandar Lacoc í føroyska málinum fingu betri tak á, vunnu Føroyar seg framum.

Størstu føroysku stjørnurnar, Elias á Skipagøtu og Hákun West av Teigum, sótu uttanfyri, og kundu hyggja at, meðan føroyska leiðslan vaks eftir steðgin. Nummar 71 kom á vøllin at skjóta brotskøst, men annars tóku millum annað Rói á Skipagøtu (5), Pauli Høj (4), Kristoffur Bjørgvin (4), Bogi Hansen (4) og Kristian Jensen(4) sær av málskjótingini. 

Óli Mittún var kortini stjørnan og stjórnaði spælinum, tá hann ikki var mansvardur. Kroatia nærkaðist einaferð, men Føroyar settu ferðina upp, og teljast nú millum sjey tær sterkastu hondbóltstjóðirnar í heiminum í U21-aldursbólkinum við monnum. 

Tað er í sjálvum sær ikki hissini, hóast dreymarnir eitt bil vóru uppaftur størri.


Føroyski hópurin, sum setti punktum við U21-HM við at vinna á Kroatia og tryggja sær 7. plássið samanlagt. MYND: IHF
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
185914
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740