- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framvegis ófriður í Fraklandi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/frakland_ofridur.jpg?itok=DCUfz6eF)
Nærum 1.000 fólk eru handtikin eftir enn eina ófriðarliga nátt í Fraklandi í kjalarvørrinum av, at ein 17 ára gamal drongur varð skotin av politinum týsdagin í Nanterre beint uttanfyri Paris.
Mótmæli hava verið í Marseille, Lyon, Grenoble og í pørtum av Paris. Franska innanríkismálaráðið sigur sambært BBC, at tilsamans 994 fólk vórðu handtikin fríggjakvøldið.
Í Marseille, har 88 fólk vórðu handtikin, varð ein vápnahandil rændur, og borgarstjórin hevur heitt á stjórnina um at senda fleiri herfólk til býin at halda skil á.
Í býnum Rouen datt ein 19 ára gamal maður av takinum á einum handilsbygningi tíðliga fríggjamorgunin og doyði seinni á sjúkrahúsi. Tað er enn ikki greitt, um hann var við í mótmælunum.
Heimsins størsta súkklukapping, Tour de France, byrjar í Spania í dag, men mánadagin kemur kappingin til Fraklands. Stúrt verður fyri, at ófriðurin kann ávirka súkklukappingina, sum endar í Paris 23. juli.