Forsætisráðharrin lovar frið í Fraklandi

Forsætisráðharrin lovar frið í Fraklandi
Macron, forseti, fór av toppfundi í Brússel heimaftur til Fraklands, tí ófriðurin er vorðin so ógvisligur
Ógvisligi ófriðurin í Fraklandi heldur fram, men nú lovar forsætisráðharrin frið.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
30.06.2023 - 14:31

Øll segl skulu setast fyri at skapa frið aftur í fronsku gøtunum.

Tað lovar franski forsætisráðharrin, Elisabeth Borne.

Franski forsetin, Emmanuel Macron er farin av ES toppfundinum í Brússel og heim til Fraklands júst fyri at fundast við forsætisráðharran og hinar stjórnarlimirnar, um at basa ófriðinum.

 

Elisabeth Borne, forsætisráðharri í Fraklandi. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Og forsætisráðharrin ætlar sær at leggja nógv fyri:

- Vit fara at hyggja uppá allar møguleikar við einum endamáli: At fáa lóg og landaskil at ráða aftur alla staðni í landinum, segði Elisabeth Borne, tá hon vitjaði eina løgreglustøð uttan fyri París fyrr í dag.

Ófriður hevur verið í fleiri býum í Fraklandi hesa vikuna, eftir at franska løgreglan skeyt og drap ein 17 ára gamlan drong í einum bili týskvøldið, og nú er ófriðurin millum løgregluna og mótmælisfólk vorðin so ógvusligur, at franski forsetin kendi seg noyddan til at fara úr Brússel í úrtíð, skrivar AFP-tíðindastovan.

 

Emmanuel Macron, sum var á toppfundi í Brússel, kom í skundi heimaftur til Fraklands. (Mynd : Ritzau Scanpix)

 

40.000 løgreglufólk aftrat

Franska løgreglan hevur sett 40.000 løgreglufólk aftrat á vakt um alt landið. Kortini var aftur ófriðarligt í gjárkvøldið og í nátt, og fleiri hundrað fólk eru handtikin.

Tað var týskvøldið, at ein franskur løgreglurmaður skeyt og drap ein 17 ára gamlan drong, sum sat við rattið í einum bili. Sambært løgregluni aktaði drongurin ikki boðini um at steðga bilinum. 

Mikudagin upplýsti ákærin í Nanterre, at løgreglumaðurin er tikin og skuldsettur fyri tilætlað morð. 

Verjin, Laurent-Franck Lienard, sigur við franska miðilin, BFMTV, at løgreglumaðurin hevur biðið familjuna hjá unga dreinginum um umbering. 

- Hann er í knúsi. Hann ætlaði ikki at drepa hann, sigur advokaturin við franskar miðlar sambært danska kringvarpinum.

Undan kreppufundinum segði franski forsætisráðharrin, Elisabeth Borne, sambært Reuters, at stjórnin umhugsar allar møguleikar - eisini at lýsa undantaksstøðu. 

 

SÍ VIDEOBROT FRÁ AP-TÍÐINDASTOVUNI HER:

 

FRAKLAND_OFRIDUR

 

 


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859