Hvørki Putin ella Prigozhin fingu nakað burturúr

Hvørki Putin ella Prigozhin fingu nakað burturúr
Verkætlanarleiðari á danska verjuakademinum sigur, at úrslitið av uppreistrarroyndini er, at Putin er viknaður, og Wagner-leiðarin kann ikki kenna seg tryggan
Russiski forsetin, Vladimir Putin, leiðarin í Wagner-herinum, Jevgeny Prigozhin.
 
26.06.2023 - 10:13

Hvørki russiski forsetin ella leiðarin fyri Wagner-bólkinum hava fingið tað burturúr, sum teir ætlaðu. 

Stóri spurningurin er nú, hvat teir kunnu gera hvør í sínum lagi.

Hóast leiðarin fyri Wagner-herinum, Jevgeny Prigozhin, og  russiski forsetin, Vladimir Putin, hava gjørt avtalu, sum sendir Prigozhin til Hvítarusslands, so hava vit ikki sæð endan á uppgerðini millum teir báðar. 

Tað sigur Niklas Rendboe, verkætlanargranskari á danska verjuakademinum við sergrein í Wagner-bólkinum:

 

26062023_Russland_

 

Kann ikki kenna seg tryggan

Niklas Rendboe vísir á, at hvørki Putin ella Prigozhin kunnu vera nøgdir við úrslitið. 

Fyri Putin er hetta tekin um veikleika, at Prigozhin gongur leysur, men hinvegin kann Wagner-leiðarin ikki kenna seg tryggan í Hvítarusslandi.

- Tað, sum vit síggja nú, er bara fyrireikingin til næsta umfar, sigur Niklas Rendboe við TV2.

Hann væntar, at fyri Prigzhin verður hetta nú ein politisk verkætlan, har hann kann halda fram at máa undan myndugleikanum hjá Vladimir Putin.

- Har Putin og Prigozhin standa nú, átti áhugin hjá Putin verið at beina alt burtur, sum hevur við Wagner-bólkin og Prigozhin at gera. Hinvegis fer Prigozhin at royna at bora seg longur inn hjá teimum sameindu, sum hann longu hevur, og á tann hátt at royna at leggja størri trýst á Putin, sigur NIklas Rendboe.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 26. apríl
Sement 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965