Vilja hava virði aftur úr Danmark

Vilja hava virði aftur úr Danmark
– Øll almenn grønlendsk virði, sum eru í Danmark, skulu aftur til Grønlands, sigur grønlendska fólkatingskvinnan, Aki-Matilda Høegh-Dam.
Grønlendska fólkatingskvinnan, Aki-Matilda Høegh-Dam
 
24.06.2023 - 11:39

Millum annað vísir hon á ein 20 tons tungan torustein, sum er funnin í Norðurgrønlandi, men stendur í garðinum uttan fyri jarðfrøðisavnið í Kjøpinhavn.

Tað skrivar heimasíðan hjá grønlendska kringvarpinum, KNR.

– Grønlendingar missa ein týðandi part av grønlendsku søguni, sigur Aki-Matilda Høegh-Dam og vísir á, at grønlendingar mugu rinda atgongumerki í Danmark fyri at síggja tey virði, ið hoyra grønlendingum til.

Grønlendska fólkatingskvinnan vil hava at vita, hvussu stór virði, talan er um, sum almenna Danmark og tess stovnar hava lagt hald á.

Hon sigur talan vera um bæði søgulig, fornfrøðilig og jarðfrøðilig virði, umframt aðrar lutir og virði, sum hava sín uppruna í Grønlandi og hoyra til har.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949