- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur forsætisráðharri í Finnlandi
Nýggjur forsætisráðharri í Finnlandi
Petteri Orpo úr konservativa flokkinum tekur við eftir Sannu Marin í sosialdemokratiska flokkinum, sum tapti ríkisdagsvalið

Petteri Orpo er nýggjur forsætisráðharri í Finnlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix
20.06.2023 - 14:42
Finski ríkisdagurin valdi í dag Petteri Orpo úr konservativa flokkinum Kokoomus/Samlingspartiet til nýggjan forsætisráðharra.
Hann avloysir sosialdemokratin, Sannu Marin, eftir at hennara flokkur bara gjørdist triðstørsti flokkur í ríkisdegnum eftir valið í apríl.
Sambært AFP, ætlar nýggja samgongan hjá Petteri Orpo millum annað at herða finska immigratiónspolitikkin, millum annað við at minka um flóttafólkvotuna, og gera tað torførari at fáa arbeiðsloyvi í Finnlandi.
Finnland er júst komið upp í NATO, og roknað verður við, at finska stjórnin fer at halda fast við eina stangari kós mótvegis grannalandinum, Russlandi
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV