Blinken: Beinleiðis samskifti besti mátin at forða fyri klandri

Blinken: Beinleiðis samskifti besti mátin at forða fyri klandri
Amerikanski uttanríkisráðharrin hitti kinesiska forsetan, Xi Jinping, í Beijing í dag
Antony Blinken, uttanríkisráðharri, og Xi Jinping, forseti, hittust í Fólksins høll í Beijing í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
19.06.2023 - 15:43

Beinleiðis samband og beinleiðis samskifti á hægsta stigi er besti mátin at forða fyri, at kapping ikki broytist til klandur.

Tað segði amerikanska uttanríkisráðharrin Antony Blinken eftir fundin við kinesiska forsetan Xi Jinping í dag.

Hetta er fyrstu ferð í fimm ár, at amerikanskur uttanríkisráharri vitjar í Kina.

Tíðindastovan AFP skrivar, at Blinken heldur, at kinesisku politikararnir høvdu somu fatan sum hann á fundinum.

Sambandið millum USA og Kina hevur ikki verið so gott seinastu tíðina. Kríggið í Urakina er ein orsøk, og haraftrat eru ósemjur um handil og tøkni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Andaktin
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066