Kríggið í Ukraina og trygdarstøðan í Evropa og í Atlantshavi

bannari
Kríggið í Ukraina og trygdarstøðan í Evropa og í Atlantshavi
Nato-toppfundur fyri uttanríkisráðharrar í verjusamgonguni var í Brússel í gjár, har støðan við russiska krígnum í Ukraina og trygdarstøðan vóru umrødd
 
17.06.2023 - 15:17

Á toppfundinum samdust londini um, at menna ein stovn, sum skal verja rørleiðingar á havbotninum móti russiskum hóttanum.

- Vit eru samd um at skipa ein stovn fyri trygd, sum skal tryggja undirstøðukervið í havinum, fyri at fá uppaftur betri trygd í okkara øki. Vit kunnu sjálvandi ikki hava ein Nato-flota fram við fleiri túsund kilometrum av undirstøðukervinum, - frálanda undirstøðukervinum. Men vit skulu duga betri at savna inn upplýsingar, fregnarupplýsingar, lata hvørjum øðrum upplýsingar, og seta allar upplýsingar saman, - tí í privata geiranum eru nógvar upplýsingar, og eisini hava áhaldandi eftirlit við ferðsluni í havinum, og savna upplýsingar frá øllum hesum, so hetta verður kunning, sum gevur okkum betri førleikar at síggja, tá ið okkurt óvæntað er, og virka út frá tí.

Tað segði Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato, á tíðindafundi í gjár.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749