- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sólin bakaði á Syd for solen
Danska festival-summarið er í hæddini, og ein tann nýggjasti, og kanska mest spennandi, festivalurin verður fyriskipaður í vøkru Søndermarkini á Frederiksberg í Keypmannahavn.
Syd for solen sá dagsins ljós í fjør, tá nøvn sum The National, Liam Gallagher, Jungle og First Aid Kit vóru á skránni, sum eru umboðandi fyri tónlistarliga samleikan hjá Syd for solen.
Talan er í stóran um tónleik, sum verður bólkaður undir indie-tónleik. Indie music stendur fyri independent music og merkir óheftur tónleikur. Indie tónleikurin er ofta eyðmerktur við, at talan er um tónlistafólk, ið hava vunnið sær fram uttan um stóru plátufeløgini.
Bon Iver og Aphex Twin
Í ár eru tað nøvn sum Bon Iver, Iggy Pop, Aphex Twin og The War On Drugs, ið skulu draga fólk til Sol for solen.
Høvuðsnøvnini verða í skránni verða við spennandi indie-nøvnum sum Unknown Mortal Orchestra, Bonny Light Horseman, Peggy Gou, Arooj Aftab, Warpaint og Benny Sings.
Og so eru nøkur av mest spennandi donsku nøvnunum eisini á skránni, eitt nú føroyska Brimheim.
Langar bíðirøðir
Syd for solen legði aftur væl frá landi í dýrdarveðrinum í gjár, tá amerikanski bólkurin Bon Iver var høvuðsnavnið.
Treyðugt so, so skuldu fólk standa rættiliga leingið í bíðrøð fyri at sleppa inn, umframt at tað eisini vóru langar bíðirøðir til at keypa bæði mat og drekka.
Hetta er altíð nakað, ið fær øði í fólk, og hin navnframi Thomas Treo, sum ummælir fyri Ekstra Bladet, gav eisini ilt av sær í sínum ummæli.
Tónlistarliga var tó talan um eina góða byrjan, heldur undirritaði í mun til Thomas Treo.
Unknown Mortal Orchestra
Serliga nýsælendski bólkurin Unknown Mortal Orchestra skaraði framúr við einari sera sterkari konsert. Her er talan um ein bólk við framúr góðum tónleikarum, ið leikandi lætt blandaðu tónleikasjangrur saman til at skapa eitt egið tónlistarligt úttrykk.
Unknown Mortal Orcestra er eitt slag av nútímans progrokki, sum var serliga kendur í sjeytiárunum. Og tað tænir bólkinum til heiður og æru, at hann megnar at gera hetta og framvegis skapa tónleik, ið kennist viðkomandi fyri eina størri áhoyrarafjøld í dag.
Serliga oddamaðurin Ruben Nielson er hugtakandi, tí hann er bæði ein framúrskarandi gittarleikari og sangari, sum hevur eina serstaka rødd.
Við tyggigummi í munninum sang hann uttan hóvasták ofta trupul sangirnar, ið hava nógv dur- og temposkifti, meðan hann eisini lat fingrarnar dansa eftir øllum gittararminum.
Afturat sær hevði Ruben Nielson beiggja sín Kody, ið spældi trummur, Jacob Portrait á bassinum, og so pápan Chris Nielson á saxofon.
Ein sera sterkur bólkur, ið kann viðmælast øllum sum dáma tónleik, ið ikki pilkast runt í teimum somu fýra akkordunum, sum dagsins popptónleikur hevur lyndi til at gera.
Bon Iver hugtók
Høvuðsnavnið Bon Iver, sum í grundini er tónlistamaðurin Justin Vernon, var hugtakandi at lurta eftir í vøkrum kringumstøðunum í Søndermarkini.
Tónleikurin hjá Bon Iver er ein elektronisk nútímansgerð av fólkatónleikinum, og er hjartanemandi vakur.
Uttandura krevur tað eitt stóran anlegg, um sera væl framleiddi tónleikurin skal koma til sín rætt, og tað gjørdi hann til tíðir hósdagin á Syd for solen.
Til aðrar tíðir hvarv nærveran í tónleikinum eitt sindur sum døgg fyri sól á opna plássinum.
Tað var ongantíð nakar ivi um, at her stóð eitt navn í heimsflokki og framførdi eina frálíka konsert. Serliga stóru hittini "Holocene", "Hey, Ma’" og "Skinny Love" skaraðu framúr.
Alt í alt ein góð byrjan upp á Syd for solen, sum heldur fram næstu dagarnar í dýrdarveðrinum í Danmark.
Horror Chamber
Treyðugt so, so var onkur kisa í skránni í gjár.
Hvussu franska Juliana Melody Prochet, ið er oddakvinna í bólkinum Melody's Echo Chamber, hevur fingið ein plátusáttmála og kann ferðast kring heimin við sínum tónleiki, lysti mær væl at vita.
Ikki tí, tónleikurin, sum er noiserrokkur, var fínur og bólkurin spældi væl, men kvinnan dugdi als ikki at syngja live.
So illa stóð til, at undirritaði noyddist at flýggja so langt sum yvirhøvur til bar, fyri ikki at skula leggja oyru til jarmið, ið er tað ringasta, eg nakrantíð havi hoyrt á einum festivali.
Tað var meira Horror Chamber enn Echo Chamber.