- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málið um kirkjuna verður ikki tikið uppaftur
Yvirfriðingarnevndin tekur ikki málið um kirkjubyggingina á Argjum uppaftur.
Avgerðin hjá nevndini tann 26.oktober 2021 verður tí standandi.
Avgerðin er ikki at friða økið við Sandá.
Yvirfriðingarnevndin heldur framvegis, at byggingin og parkeringsplássið fara ikki at skemma landslagið og ávirka plantuvøkstur og djóralív við Sandá.
Nýggj viðgerð broytir ikki niðurstøðuna
Yvirfriðingarnevndin heldur tí, at ikki er sannlíkt, at nýggj viðgerð fer at broyta niðurstøðuna hjá nevndini í 2021.
Nevndin sigur, at sambært lógini um náttúrufriðing tala heilt serligar umstøður ikki fyri, at viðgera málið av nýggjum.
Áhugabólkurin 'Varðveitið fríøkið við Sandá' bað 4.apríl í fjør Yvirfriðingarnevndina um at taka upp aftur avgerðina frá oktober 2021, tí eingin árinskanning er gjørd.