- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mette Frederiksen: Tíðin við Trump verður ein avbjóðing
Tíðin, sum kemur, verður ein avbjóðing.
Tað sigur Mette Frederiksen, forsætisráðharri, nú Donald Trump tekur við sum forseti í USA í dag.
Við Trump sum forseta verður veruleikin ein heilt annar hjá Danmark og eisini Evropasamveldinum.
Trump hevur sátt iva, um Danmark hevur rætt til Grønland ella ikki. Trump vildi heldur ikki útiloka at brúka hermegi, tá ið hann var spurdur um tað.
Danska stjórnin sigur, at hesar útsøgnirnar kunnu senda Danmark út í tað álvarsligastu uttanríkispolitisku kreppuna í fleiri áratíggju.
- Sama Donald Trump fer at siga í síni røðu síni í dag, vænti eg, at vit evropearir frameftir fáa ein nýggja veruleika at halda okkum til, skrivar Mette Frederiksen í einum longri uppslagi á Facebook.
Tað verður klokkan fimm okkara tíð, at Donald Trump verður tikin í eið sum forseti nummar 47 í USA.