- Tíðindi, mentan og ítróttur
Barnakonur fáa viðgerð fyri angist og tunglyndi
Nærum fjórða hvør kvinna, sum gjørdist við barn, hevði angist í viðgongutíðini, og sjeynda hvør kvinna hevði angist eftir at hava átt.
Tað vísir granskingarverkætlan hjá Sanne Storm, tónleikaterapeuti, sum verður løgd fram í Kongshøll seinnapartin.
Sanne Storm, tónleikaterapeutur.
Hetta var eitt evni í Breddanum fyrrapartin, har Sanne Storm eftirlýsir skjóta og góða hjálp fyri tunglyndi ella angist til tær kvinnurnar, sum verða raktar.
Eitt tilboð, sum var veitt í nøkur ár frá 2014, men strikað aftur í 2021.
Men Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum, sigur, at hóast tilboðið ikki er til longur, fáa barnkonur viðgerð fyri tunglyndi.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Allur Breddin kann hoyrast her.