- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Frágreiðing um angist og politisk tiltøk móti Russlandi
Ofta verða angist og tunglyndi í samband við barnsburð ikki uppdagað, og mammur fáa tí ikki røttu hjálpina og hóskandi stuðulin.
Tað vísir nýggj kanning, sum verður løgd fram í dag.
Nýggju revsitiltøkini hjá landsstýrinum vóru kunngjørd fyri Føroya fólki ein góðveðursdag á Viðareiði í farnu viku.
Men politiska góðveðrið mátti skjótt víkja fyri myrkum politiskum skýggjum, tá ið tað gjørdist greitt, at grundarlagið undir revsitiltøkunum var ikki í lagi.
Á tíðindafundinum vísti løgmaður nevniliga fleiri ferðir á skeiv tøl fyri nøgdirnar í sambandi við russiskar um- og uppskipingar í Føroyum.
Tórbjørn Jacobsen og Jóannes Eidesgaard skifta orð um málið í útvarpsstovuni.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.