Upplagið hjá tíðindabløðunum minkar støðugt

Upplagið hjá tíðindabløðunum minkar støðugt
Í 2006 komu 16 tíðindabløð um vikuna. Tey vóru tvey í fjør
Upplagið hjá føroysku tíðindabløðunum er minkað so at siga hvørt ár, síðani tað var størst í 2006. (Savnsmynd)
 
06.06.2023 - 15:06

Upplagið hjá føroysku tíðindabløðunum var 10.500 í fjør.

Tað er minkað so at siga hvørt ár, síðani tað var størst í 2006, tá tað var 50.700, upplýsir Hagstovan.

Tað var 11.500 í 2021.

Í 2006 komu 16 tíðindabløð um vikuna. Tey vóru tvey í fjør.

 

220 bøkur

Í 2022 komu út 220 bøkur í Føroyum.

Tær vóru 178 í 2021.

Besta árið var 2012. Tá komu 263 bøkur, upplýsir Hagstovan. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Vikan 18. januar 2025
186511
Nýggjastu sendingar í SV