- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump verður tikin í eið sum forseti í dag
Í dag klokkan fimm okkara tíð verður Donald Trump tikin í eið sum forseti nummar 47 í USA.
Stórt hátíðarhald verður í Washington D.C. Hátíðarhaldið verður eisini merkt av, at Joe Biden fer frá eftir fýra ár sum forseti.
Donald Trump er bara annar forsetin í søguni, sum endurvinnur plássið í Hvítu húsunum, eftir at hava tapt eitt forsetaval.
Gudstænasta og te
Dagurin byrjar við gudstænastu, síðani verður te í Hvítu húsunum, har fráfarandi forsetin er vertur fyri komandi forsetanum. Síðani verður koyrt til kongressbygningin á Capitol Hill.
Eftir ætlan skuldi Donald Trump verða tikin í eið og halda røðu uttan fyri kongressbygingin, sum vanligt er. Men av tí at boðað er frá nógvum kulda, sjey kuldastig, er haldið flutt, so at tað verður inni í kongressbygninginum.
Tað er bara einaferð áður, at tað hevur verið kaldari, tá ið ein forseti er tikin í eið. Tað var fyri 40 árum síðani, tá ið Ronald Regan var tikin í eið. Tá vóru 14 kuldastig.
Tilnevna ráðharrar
Eitt tað fyrsta, sum nýggi forsetin, Donald Trump, ger, er at tilnevna ráðharrar.
Ætlanin var síðani, at gangast skuldi frá Capitol Hill til Hvítu húsini, har nýggi forsetin heilsar upp á fólk. Men vegna kuldan verður tað væntandi ikki gjørt í dag.
Seinni í kvøld skal Donald Trump vera við á fleiri veitslum.