- Tíðindi, mentan og ítróttur
45 milliónir aftrat úr landskassanum til talgildar tænastur
Fíggjarmálaráðið fer at biðja løgtingið um í mesta lagi 45 mió. kr. til ætlanina Talgildu Føroyar 2.0.
Ætlanin er mett at kosta í mesta lagi 66 mió. kr.
21 mió. kr. eru inntøkur og fremmand fígging.
Óvissa um, hvussu talgild kirkjubók skal fíggjast, fær tó fyribils talið niður í 61 mió. kr. og uttanhýsis fíggingina niður í 16 mió. kr.
Heildarætlanin um Talgildu Føroyar 2.0 er fyri árini 2025, 2026 og 2027.
Landsstýrið hevur sett sær fyri at halda fram við tí, sum Fíggjarmálaráðið kallar góðu gongdina í talgildingini.
Stovnað í 2015
Talgildu Føroyar vóru stovnaðar í 2015.
Endamálið var tá at menna eitt talgilt undirstøðukervi, sum er vorðið grundarlagið undir at talgilda tænastur og hevur gjørt Føroyar til eitt talgilt framkomið land.
Við nýggju heildarætlanini verður farið undir at fáa fulla nyttu av undirstøðukervinum, sigur Fíggjarmálaráðið.
Fólk skulu fáa fleiri talgildar tænastur, til dømis um heilsu.
Vinnan skal fáa ein pall at avgreiða viðurskifti síni við tað almenna.
Og stig verður tikið til, at vit sum samfelag fáa mest burtur úr nýggjari tøkni sum vitlíki.
Landið, kommunur og vinnan hava fíggjað Talgildu Føroyar. Hetta verður eisini so í framtíðini.
Uppskotið um Talgildu Føroyar er til hoyringar til 7. februar.
Sí eisini: Skulu nú í holt við Talgilding Føroyar 2.0