- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gongur seint at seta krabbameinstiltøk í verk
Gongur seint at seta krabbameinstiltøk í verk
Forkvinnan í Krabbameinsfelagnum og landsstýriskvinnan í heilsumálum vóru í Breddanum fyrrapartin

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum.
06.06.2023 - 17:00
Tað gongur seint at seta í verk nøkur av teimum 69 tilmælunum í krabbameinsætlanini, sum undanfarni landsstýrismaður í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, fekk.
Møguleikin fyri at yvirliva krabbameinssjúku í Føroyum er verri enn í øðrum norðurlondunum.
- Politikarar mugu taka ábyrgd og gera nakað við krabbameinsøkið, heldur forkvinnan í Krabbameinsfelagnum, Durita Tausen.
Durita Tausen og Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, kjakaðust um evnið í Breddanum fyrrapartin.
06062023_Durita_og_Margit
Allur Breddin kann hoyrast her.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV