- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dømdur fyri hvítvask
Dømdur fyri hvítvask
Fekk treytaða fongsulsrevsing og útvísing
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-06-24-11h50m51s779.png?itok=YgNzwNeZ)
Maðurin var á veg av landinum við nógvum pengum, sum hann ikki kundi geva nakra haldgóða frágreiðing um, sambært tollvaldi og løgreglu.
05.06.2023 - 12:20
Føroya rættur hevur dømt ein niðurlending, sum er føddur í 1959, 40 daga treytaða fongsulsrevsing og útvísing við innferðarbanni í trý ár fyri hvítvask.
Talan er um 45.000 kr.
Maðurin játtaði seg sekan.
Maðurin var tikin á flogvøllinum í gjáramorgunin.
Hann var í grundlógaravhoyring fyrrapartin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV