- Tíðindi, mentan og ítróttur
Video: Sandoyartunnilin verður klárur um ársskiftið
- Tað hevur gingið øgiliga væl, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum.
Í løtuni eru tey í gongd við at stoypa tann fimta og seinasta uppsavningarbrunnin og at stoypa teir seinastu fýra kilometrarnar av vegkanti. Tær flestu pumpuskiparnirnar koyra, og í juli skal El-Service á Skála í holt við alt el-arbeiðið inni í tunlinum.
SANDOYARTUNNILIN, Arbeiðið fer ígongd: 2018, Byggitíð: 5 ár, Tunnilin liðugur: 2023, Breidd: 9,5 metrar, Longd á høvuðstunli: 10,8 kilometrar, Mett ferðsla pr. samdøgur: 300-400 bilar, Mesta hall: 5%, Lægsta punkt frá havbotni: - 147 metrar, Fígging: Tunnilsgjald
Nær verður tunnilin tikin í brúk?
- Vit hava eina kontrakt frá 2016, ið sigur desembur 2023, men í kontraktini stendur eisini, at um onkrar seinkingar eru, so sum korona, ella at Teistin og Atlantsflog hava avlýst onkrar túrar, gevur hetta arbeiðstakaranum NCC eyka arbeiðsdagar. Samlað hava ymiskar seinkingar givið NCC góðar 70 dagar eyka, so tey hava rætt til at arbeiða við tunlinum til eina ferð í februar - men um tað verður tá ella áðrenn, tað dugi eg ikki at siga, greiðir Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum frá.
Men væntandi verður tunnilin tikin í brúk nakað áðrenn, so tað verður um ársskiftið.
Longri samrøða við Teit Samuelsen, stjóra í Eystur- og Sandoyartunlum, í Góðan morgun Føroyar