- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mál um neyðtøku, blúnisbrot og barnaporno í rættinum í dag
Ein 40 ára gamal maður, sum hevur verið varðhaldsfongslaður síðani seint í september í fjør, skal í Føroya rætt í dag.
Hann er ákærdur fyri seks revsilógarbrot.
Maðurin er ákærdur fyri neyðtøku, blúnisbrot og fyri at hava og breiða út barnaporno.
Hann er ákærdur fyri neyðtøku við at brúka annað kynsligt samband enn samlegu móti eini smágentu.
Hetta skal vera hent minst seks ferðir í tíðarskeiðinum 21.mai 2021 til 31.august 2022.
Maðurin er eisini ákærdur fyri blúnisbrot í sama tíðarskeiði í minst fýra førum, eisini móti smágentuni.
18.000 myndir og filmsbrot
Í ákæruritinum er eisini barnaporno.
Maðurin er ákærdur fyri at hava 17.845 barnapornografiskar myndir og filmsbrot.
Hetta var, sambært ákærunum, frá 8.august 2015 til 31.august 2022.
Í hesum sama tíðarskeiði hevur maðurin, sambært ákæruni, breitt út í minsta lagi 10 myndir og tvey filmsbrot.
Maðurin er mentalkannaður. Hon sigur, at maðurin er egnaður at fáa vanliga revsing.
Krav er um endurgjald.
Ákæruvaldið fer at krevja treytaleysa fongsulsrevsing.
Maðurin játtar seg lutvíst sekan.