Á Breddanum: Rúsevnissmugling og "O, móðurlandið"

Á Breddanum: Rúsevnissmugling og "O, móðurlandið"
Tvey evni eru sendingini í dag
Eftirlitið hjá Taks megnar ikki at fylgja við økta innflutninginum av ólógligum rúsevnum til Føroya. 
 
02.06.2023 - 08:48

Rúsevnissmuglingin til Føroya er ikki nýtt fyribrigdi, men okkurt bendir á, at meira verður smuglað nú, og nøgdirnar eru eisini størri.

Rúsevnisnøgdir, sum hava milliónavirði á gøtuni.

Leiðarin á Kanningardeildini hjá politinum sigur, at rúsevnismarknaðurin í Føroyum í summum førum hevur beinleiðis samband við danska banda-umhvørvið, tí tað gevur so góðan vinning at selja rúsevni víðari.

Hjá Taks, sum er myndugleikin, ið tekur sær av marknaeftirlitinum í Føroyum, fyllir eftirlitið við innflutninginum av ólógligum rúsevnum nógv. 

Men eftirlitið hjá Taks megnar ikki at fylgja við økta innflutninginum til Føroya. 

Avoldaðar KT-skipanir mugu nútímansgerast, og útgerð má eisini fáast til vega, sum styrkir eftirlitsarbeiðið.

Hetta eru nakrar av niðurstøðunum hjá stjóranum í Taks og deildarstjóranum á tolldeildini.

Vit seta rúsevni, rúsevnissmugling og marknaeftirlit á breddan í dag, og í sendingini verður eisini kjak millum limir í fíggjarnevndini og rættarnevndini í løgtinginum um raðfestingar, og hvat tey halda skal gerast á hesum øki. 

 

Dokumentarsendirøðin "O, móðurlandið" hevur fingið ilt í nógvar hyggjarar. 

 

"O, móðurlandið"

Dokumentarurin í "O, móðurlandið" sum Kringvarpið hevur sent í vár, hevur fingið ilt í nógvar hyggjarar. 

Alt ov nógv merkt av loysingarfólki og 'heldur ikki journalistiskar meginreglur', hava verið nakrar av atfinningunum. 

Vit tosa við fólk, sum hava funnist at,  og tey, sum hava ábyrgd av sendirøðini. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Vikan 18. januar 2025
186511
Nýggjastu sendingar í SV