Revsimál um blúnisbrot tikið til dóms

Revsimál um blúnisbrot tikið til dóms
Ein maður er ákærdur fyri blúnisbrot móti tveimum kvinnum
Ákæruvaldið krevur treytaleysa fongsulsrevsing, tí onnur hendingin var, sambært ákæruritinum, heima hjá kvinnuni. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
01.06.2023 - 11:34

Føroya rættur hevur tikið upp til dóms eitt revsimál um blúnisbrot.

Ein maður er ákærdur fyri blúnisbrot móti tveimum kvinnum.

Fyrra brotið skal hava verið í februar 2018. 

Tað seinna skal, sambært ákæruritinum, vera hent í mai 2021. Tað var ikki fyrr enn tá, í mai 2021, at løgreglan fekk at vita um hendingina í 2018.

Sambært ákærunum skal maðurin hava tikið í bróstið hjá aðrari kvinnuni, og kávað uppi á hinari, kyst hana og noytt hana at kyssa seg. 

Báðar hendingar vóru, sambært ákæruritunum, í Klaksvík.

Maðurin noktar seg sekan.

 

Krevja treytaleysa fongsulsrevsing

Ákæruvaldið krevur treytaleysa fongsulsrevsing, tí onnur hendingin var, sambært ákæruritinum, heima hjá kvinnuni.

Kvinnurnar hava endurgjaldskrav, 15.000 kr, hvør.

Eitt annað mál, sum skuldi viðgerast í Føroya rætti í gjár, var útsett. Tað málið er frá 2019. 

Ein maður er ákærdur fyri at lumpa seg til annað kynsligt samband enn samlegu.

Málið er útsett, tí ákæruvaldið hevði nakrar spurningar til Rættarlæknaráðið um heilsustøðuna hjá ákærda, tá tað, hann er ákærdur fyri, skal vera hent.

Rættarlæknaráðið brúkar vanliga nakrar mánaðir at svara slíkum spurningum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Vikan 18. januar 2025
186511
Nýggjastu sendingar í SV