Starvsfólk á Elektron fáa lønarhækking

Starvsfólk á Elektron fáa lønarhækking
Lønin hækkar 3,75 prosent og 4,04 prosent 1. juni næsta ár
Nýggjur sáttmáli er gjørdur fyri starvsfólkini á Elektron.
 
31.05.2023 - 09:30

Tey, sum arbeiða hjá Elektron, fáa lønarhækking í morgin. 

Føroya arbeiðsgevarafelag og fakfelagið YTF hava gjørt tvey ára sáttmála fyri starvsfólkini hjá Elektron.

Í morgin, 1.juni 2023, hækkar lønin 3,75 prosent, og 1.juni næsta ár hækkar lønin 4,04 prosent.

Talan er um sama karm, sum semja er um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingarumfarinum, sum byrjaði 1.mai í fjør.

YTF er yrkisfelagið hjá teimum, sum arbeiða í tryggingarvinnuni, fíggjarvinnununi ella í KT-vinnununi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008