Bústaðir yvirtaka bústaðarbygging í Fuglafirði

Bústaðir yvirtaka bústaðarbygging í Fuglafirði
Fólk á bíðilista hjá Bústøðum, sum eru 60 ár og eldri, hava fyrsta rætt at fáa tilboð um seks av teimum 18 íbúðunum.
Nú er greitt, at Bústaðir skulu standa fyri nógv umrøddu íbúðarbyggingini í Fuglafirði.
Mynd: Fuglafjarðar kommuna  
 
26.05.2023 - 08:09

Almenna felagið Bústaðir skal standa fyri nógv umrøddu íbúðarbyggingini í Fuglafirði.

Tað boðar Fuglafjarðar kommuna frá.

Bústaðir, smápartafelagið "Toftanes 2" við Eyðfinni Reyðberg og Fuglafjarðar kommuna hava gjørt avtalu um, at Bústaðir yvirtaka verkætlanina frá Toftanes 2, ið fevnir um 18 leiguíbúðir, sum skulu byggjast á matr. nr. 769b í Fuglafjarðar kommunu. 

 

TN-bygging verður høvuðsarbeiðstakari

Sambært kommununi merkir tað, at Bústaðir yvirteka byggingina av leiguíbúðunum frá "Toftanes 2". Avtalað er eisini, at arbeiðið verður gjørt liðugt við TN-bygging sum høvuðsarbeiðstakara. Tað er sama felag, sum upprunaliga skuldi byggja íbúðirnar.

Broyttu fortreytirnar merkja eisini, at fólk, 60 ár ella eldri, sum eru á bíðilista hjá Bústøðum, hava fyrsta rætt at fáa tilboð um seks av teimum 18 íbúðunum. 

Hinar 12 íbúðirnar verða lutaðar út eftir vanliga bíðilistanum hjá Bústøðum.

Sambært Fuglafjarðar kommunu skal kommunan rinda 900.000 krónur til smápartafelagið "Toftanes 2" fyri at enda alt samstarv og allar bindingar partanna millum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859