Tina Turner deyð

Tina Turner deyð
Sangarinnan Tina Turner er deyð, 83 ára gomul. Tað sigur eitt umboðsfólk hjá Tinu Turner, sambært altjóða miðlum
Tina Turner, sum hittaði stórt í áttati- og nítiárunum, doyði í heimi sínum í Sveis, 83 ára gomul
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
24.05.2023 - 19:58

Tina Turner, Rock'n'Roll-drotningin, andaðist friðarliga í heiminum í Küsnacht nærhendis Zürich i Sveis í dag, 83 ára gomul, eftir at hon hevur verið sjúk í longri tíð.

Tina Turner hevur seinnu árini stríðst við krabbamein, ein tilburð og trupulleikar við livrini. 

Tina Turner bleiv kend í sekstiárunum saman við táverandi manninum Ike Turner, ið var harðligur móti henni. 

 

Eitt av størstu rokknøvnunum

Eftir at Tina Turner bleiv sundirlisin frá Ike Turner, fekk hon eina flotta yrkisleið og bleiv eitt av størstu rokknøvnum í heiminum í áttati- og nítiárunum. 

Hon hittaði stórt við sangum sum "The Best", "Let's Stay Together", "Steamy Windows","Private Dancer", James Bond-heitissanginum "GoldenEye", "I Don't Wanna Fight", "It Takes Two", ið var ein duett við Rod Stewart, og ikki minst "What's Love Got To Do With It".

Tina Turner vann átta Grammy-heiðurslønir og varð sjálv innlimað í Rock 'n' Roll Hall of Fame í 2021, eftir at Ike Turner og hon eisini vórðu tað í 1991.

Fleiri av kendastu nøvnunum innan tónleikaheimin vísa í kvøld sína samkenslu á sosialu miðlunum. 

Eitt nú Mick Jagger úr Rolling Stones. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109