- Tíðindi, mentan og ítróttur
Starvsstovan ger staksýni á festivalum og stevnum
Heilsufrøðiliga starvsstovan fer at gera staksýni í summar fyri at kanna, um heilsufrøðiligu viðurskiftini í matarvognum og sølubúðum á festivalum, stevnum og øðrum tiltøkum eru í lagi.
Kannað verður, um starvsfólkini hava rein arbeiðsklæði og sleppa á vesi við handvaski, sum ikki er alment.
Kannað verður millum annað eisini, um matur, sum skal kølast niður, skal vera kaldur innan tríggjar tímar, og matur, sum verður goymdur í hita, verður goymdur í hita, sum er yvir 65 stig.
Heilsufrøðiliga starvsstovan kannar haraftrat, um matur, sum skal goymast í kulda, verður goymdur nóg kalt.
Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni eru reglur, sum eru galdandi um reinføri, matargoymslu og annað.